Innanlands

Pedagogarnir bjóða sær til at fara aftur til arbeiðis

Á fundi í dag hevur Pedagogfelagið bjóða Helga Abrahamsen um at seta verkfallið í bíðustøðu, um hann tekur uppskotið, um at tryggja neyðug undantøk, aftur

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-17 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tekur tú uppskotið aftur, seta vit verkfallið í bíðistøðu og fara aftur til arbeiðis beinanvegin.

Tað eru boðini, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur fingið frá Pedagogfelagnum í dag.

Fundur hevur í dag verið millum Pedagogfelagið og landsstýrismannin, og har hevur fakfelagið bjóðað Helga Abrahamsen hetta.

- Treytin er, at hann tekur uppskotið um at skerja verkfallsrættin aftur, og at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingar. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið av tilboðnum, ið hevði tryggjað, at allir limir í Pedagogfelagnum fóru aftur til arbeiðis beinanvegin, sigur Pedagogfelagið.

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk fyri at tryggja lív og heilsu, skal annars til fyrstu viðgerð í løgtinginum í morgin klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder