Innanlands

Pedagogarnir hava skipað seg

Katrin Helgadóttir er næstforkvinna og Beinta Klakkstein skrivari

Nevndin í Føroya Pedagogfelag. Frá vinstru, Gunnvá Akraberg Hansen, Katrin Helgadóttir, næstforkvinna, Sanna á Løgmansbø, forkvinna, Beinta Klakstein, skrivari, og Sæbjørn Johannesen

Nevndin í Føroya Pedagogfelag. Frá vinstru, Gunnvá Akraberg Hansen, Katrin Helgadóttir, næstforkvinna, Sanna á Løgmansbø, forkvinna, Beinta Klakstein, skrivari, og Sæbjørn Johannesen

2024-03-11 17:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir stóru útskiftingina í nevndini í Føroya Pedagogfelag, hevur nevndin nú skipað seg. Tað hendi á nevndarfundi í farnu viku.

Sum kunnugt varð Sanna á Løgmansbø vald til nýggja forkvinnu á uratkvøðugreiðslu millum limirnar. Á aðalfundinum undanfarna vikuskiftið vórðu tríggir nýggir limir valdir í nevndina.

Nevndin hevur nú skipað seg við Katrini Helgadóttir sum næstforkvinnu og Beintu Klakkstein sum skrivara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder