Pedagogfelagið tekur ein steðg í sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at einki røkis fyri at semja fæst við arbeiðsgevararnar í bræði, og tí hevur nevndin avgjørt at hava ein steðg við samráðingunum.
- Við virðing fyri, at felagið møguliga hevur nýtt forfólk og nýggja nevnd eftir aðalfundin 2. mars, skulu hesi tá hava møguleikan at ávirka samráðingarnar framyvir, sigur Jógvan Philbrow, formaður.
Á aðalfundinum verður stríðsval um eitt nú formansessin. Sanna á Løgmansbø, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn, bjóðar formanninum seinastu níggju árini av.
Jógvan Philbrow og avbjóðarin Sanna á Løgmansbø (Mynd: Pedagogfelagið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald