Innanlands

Peer Bentzen nýggjur stjóri í Nemlia

Undanfarni stjórin Ólavur Ellefsen er blivin stjóri í Globe Tracker. Peer Bentzen byrjar í starvinum beinanvegin

Pál Weihe og Peer Bentzen

Pál Weihe og Peer Bentzen

2021-03-02 16:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Danin Peer Bentzen er settur sum stjóri í Nemlia. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum síðani í summar hevur verið stjóri í felagnum, men sum nú fer at vera stjóri í Globe Tracker.

Talan er um eina íverksetarafyritøku ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum, sum hava við sær, at  tað er ótrygt hjá teimum at vera heima. Við hesum er ætlanin at betra um lívsgóðskuna hjá fólki.

Fyritøkan Nemlia hevur sett sær fyri at finna fram til alskyns nútímans tøkni og seta hana saman til eina skipan, sum kann samskifta við tey avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum. Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt á eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, sum geva starvsfólkum fráboðanir, tá okkurt er á vási. Í næstum fer at bera til hjá privatkundum at ogna sær Nemlia-útgerð. Seinni í ár fer felagið at veita útgerð og tænastur uttanlands, í fyrsta umfari til Norðurlond, men eisini til onnur støð í Europa.

Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Hann hevur í meira enn 20 ár  arbeitt hjá stórum altjóða internet- og softwarefyritøkum.  Millum annað hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post DHL. Peer hevur verið við til at talgilda hópin av tænastum; millum tær kendastu eru Office 365 (Beta) og E-post. Hann hevur verið ráðgevi og mentor í altjóða íverksetaraumhvørvinum seinastu áratíggju. Pápin og beiggin eru læknar, og tí er tað við serligum eldhuga, at hann nú fer at brúka sínar talgildu førleikar á heilsuøkinum – í Føroyum fyrst og síðani við Nemlia út í heim.

Hann hevur verið í nevndini í Nemlia síðani 2018.

Nemlia heldur til í Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún, og har starvast 7 fólk. Høvuðspartaeigarar eru Varðin, Christian í Grótinum og Framtaksgrunnurin.

Peer Bentzen byrjar beinan vegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder