Mentan

Peggy Lipton deyð, 72 ár

Var gift og átti børn við tónleikaframleiðaranum Quincy Jones

Peggy Lipton som Norma Jennings í Twin Peaks

Peggy Lipton som Norma Jennings í Twin Peaks

2019-05-13 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sjónleikarin og sangarin, Peggy Lipton, best kend frá sjónvarpsrøðunum ’Twin Peaks’ og ’The Mod Squad’, er deyð, 72 ár.

Tað upplýsa døturnar, Rashida og Kidada Jones, fyri Los Angeles Times.

Í 2004 fekk Peggy Lipton staðfest krabbamein í tarmunum, og Los Angeles Times skrivar eisini, at tað var krabbanum, sum hon stríddist ímóti fram til sín deyða.

Peggy Lipton varð fødd í New York og byrjaði longu sum 15 ára gomul at arbeiða sum modell. Sum 19 ára gomul gjørdist hon eisini sjónleikari og var við í ymsum sjónvarpssendingum.

Best kend er hon frá kult-røðini hjá David Lynch, Twin Peaks, sum kom fram í byrjanini av nýtiárunum. Her spældi hon leiklutin sum kaffistovueigarin Norma Jennings.

Røðin kom bert út í tveimum umførum, men vann stóran heiður. Fleiri ár seinni – í 2017 – kom enn eitt umfar, og tá var Peggy Lipton eisini við.

Í árunum 1968 til 1973 var hon við í røðini ’The Mod Squad’ og hesin leikluturin gjørdi hana til eina mótafyrimynd orsaka av flower power-klæðunum, hon bar í røðini.

Saman við sjónleikinum, hevur Peggy Lipton eisini givið út fleiri tónleikaútgávur, har hon eitt nú hevur sagt frá um sín harðliga barndóm og hvussu hon varð misnýtt.

Í kærleikslívinum hevur hon verið sett í samband við so mætar menn sum Paul McCartney, Sammy Davis Jr. og Elvis Presley.

Í 1974 giftist hon við mæta tónleikaframleiðaranum Quincy Jones. Tað varð lagt til merkis, tí tá var ikki vanligt við hjúnabondum millum hvít og svørt.

Tey vóru saman í 12 ár og fingu tvær døtur, onnur teirra, Rashida Jones, hevur viðgongd sum sjónleikari og hevur eitt nú havt høvuðsleiklut í væl umtóktu sjónvarpsrøðini 'Parks and Recreation'. 

[object Object]
Peggy Lipton, t.h., saman við dóttrini Rashida Jones (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder