Uttanlands

Peikar á nýggjan hægstarættardómara í komandi viku

Donald Trump sigur seg ætla at velja eina kvinnu at yvirtaka hægstarættarsessin hjá Ruth Bader Ginsburg – Fleiri republikanarar siga seg tó taka undir við at bíða til eftir forsetavalið

Donald Trump tosaði við pressuna, áðrenn hann fór úr Hvítu Húsunum til veljarafund í North Carolina (Mynd: EPA)

Donald Trump tosaði við pressuna, áðrenn hann fór úr Hvítu Húsunum til veljarafund í North Carolina (Mynd: EPA)

2020-09-20 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Demokratar halda, at mann eigur at bíða við at finna ein nýggjan hægstarættardómara at yvirtaka sessin hjá Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist fríggjadagin av krabbameini.

Tað tykist tó ikki at vera ætlanin hjá Trump, sum longu leygardagin boðaði frá, at hann fór at peika á ein nýggjan hægstarættardómara í komandi viku.

Av tí at forsetaval er um fáar vikur, eigur hetta at bíða, til eftir valið, og vinnarin er svórin í eið, halda demokratar. Teir vísa á, at senatið í 2016 noktaði at taka tilnevningina hjá táverandi forsetanum Barack Obama upp av hesu orsøk, hóast meira enn eitt hálvt ár var til valið.

Barack Obama peikaði á Merrick Garland sum hægstarættardómara, eftir at Antonin Scalia var deyður.

– Tey skaptu meginregluna um, at senatið ikki eigur at seta ein hægstarættardómara, áðrenn ein nýggjur forseti er svorin í eið, sigur Obama, sum heldur, at sama meginregla eigur at vera galdandi nú.

Hóast hetta hevur leiðarin fyri republikanska meirilutan í senatinum, Mitch McConnel, longu boðað frá, at hann ætlar at taka tilnevningina hjá Trump upp áðrenn valið.

Republikanskir senatorar ynskja eisini at bíða

Tá forsetin hevur peikað á eitt dómaravalevni til hægstarættin, skal viðkomandi góðkennast av senatinum, og við 53 umboðum ímóti 47, hava republikanar ikki ein stóran meiriluta.

Fleiri republikanskir senatorar hava eisini boðað frá, at teir taka undir við demokratunum og ynskja at bíða til eftir valið, skrivar Reuters.

Susan Collins, senator úr Maine segði um vikuskiftið, at hon heldur tað vera rætt, at vinnarin av forsetavalinum skal sleppa at peika á eftirmannin hjá Ruth Bader Ginsburg.

Lisa Murkowski, senator úr Alaska, segði eisini fríggjadagin, fáar tímar áðrenn Ruth Bader Ginsburg andaðist, at hon helt tað vera ov seint at peika á ein nýggjan hægstarættardómara nú áðrenn valið. Hon hevur tó einki sagt alment síðan deyðsboðini komu.

Ætlar sær at peika á eina kvinnu

Á veljarafundi í Fayetteville í statinum North Carolina leygardagin, segði amerikanski forsetin, at hann ætlar sær at peika á eitt valevni til hægstarættin í komandi viku.

Eisini avdúkaði hann, at hann fer at peika á eina kvinnu.

– Tað verður ein kvinna. Eg haldi tað eigur at vera ein kvinna, tí mær dámar faktiskt kvinnur nógv betur enn menn, segði hann.

Hann nevndi Coney Barrett úr Chicago og Barbaru Lagoa úr Atlanta sum møgulig valevni.

Meðan hann hevur sitið við valdið hevur Trump longu tilnevnt tveir hægstarættardómarar – Neil Gorsuch og Brett Kavanaugh.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder