Uttanlands

Peikar á Russland

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina fyri bumbuhóttanirnar móti flogførum í Evropa, men danskur serfrøðingur heldur, at Russland kann standa aftanfyri. Í dag verður aftur boðað frá hóttanum.

(Mynd: Nikolay Doychinov/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Nikolay Doychinov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-06 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn hevur eingin tók tikið ábyrgdina fyri bumbuhóttanirnar móti fleiri flogførum í Evropa seinastu dagarnar, men Jacob Kaarsbo frá fregnartænastuni hjá danska herinum, eru ábendingar um, at Russland stendur aftanfyri.

– Alt bendir á, at Russland stendur aftanfyri, sigur hann við B.T.

Talan er um eitt so stórt og vælskipað átak, at tað ikki kann vera nakar ananr, heldur hann.

– Vit hava ongantíð sað yvirgangsfelagsskapir koma við veruligum hóttanum móti so nógvum flogførum samstundis, sigur hann.

Hóttanirnar mugu hava havt eitt ávíst trúvirði, eftirsum fleiri av flogførinum vórðu fylgd av herflogførum, vísir Kaarsbo á.

Hann heldur, at Russland kann royna at ræða evropearar, tí teir stuðla Ukraina.

Týsdagin og hósdagin varð boðað frá hóttanum móti fleiri flogførum í Evropa, og sambært Ritzau verður aftur boðað frá hóttanum í dag.

Talan er m.a. um flogfør, sum eru farin úr floghavnunum í kekkiska høvuðsstaðnum Prag, portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon, og Keypmannahavn.

Danska løgreglan hevur í hesum sambandi verið til staðar á flogvøllinum. Talan var um falskan alarm, og verður ikki mett, at nakar vandi er fyri ferðafólk ella onnur á floghavnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder