Uttanlands

Pele Broberg: Eiga ikki at brúka orðið "ríkisfelagsskapur"

Orðið sipar til, at tað er nakað, sum vit øll eiga, men tað er tað jú ikki, tað er nakað, sum Danmark eigur, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í samrøðu við Berlingske.

Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi, heldur at heitið

Pele Broberg, landsstýrismaður í uttanríkismálum í Grønlandi, heldur at heitið "danska ríkið" er rættari at brúka, tí tað ger greitt, hvør hevur valdið (Mynd: EPA)

2021-09-19 15:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Pele Broberg, heldur, at orðið "ríkisfelagsskapur" átti at verið strikað, tí tað, sambært honum, er eitt skálkaskjól fyri danskt yvirræði yvir Grønland. Tí heldur hann ikki, at orðið kann brúkast um sambandið millum Danmark og Grønland.

– Tað er ein týðandi sundurskiljing. Orðið sipar til, at tað er nakað, sum vit øll eiga, men tað er tað jú ikki, tað er nakað, sum Danmark eigur, sigur hann í samrøðu við Berlingske.

Ríkisfelagsskapurin er eitt heiti fyri sambandið millum tey trý londini í danska kongaríkinum – Danmark, Grønland og Føroyar. Pele Broberg vil heldur brúka heitið "danska ríkið", tí tað ger greitt, hvør tað er, sum hevur valdið, sigur hann sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder