Tað gjørdist rokfundur, tá amerikanski forsetin, Donald Trump og leiðararnir fyri kongressina hittust í gjárkvøldið. Fundurin endaði við, at fleiri demokratar rýmdu av fundi.
Forkvinnan í Umboðsmannatinginum, demokratiska Nancy Pelosi segði eftir fundin, at forsetin var skelkaður eftir at bæði demokratar og republikanarar høvdu funnist at honum fyri at hava tikið amerikansku herdeildirnar úr Norðursýria.
- Vit vóru vitni til, at Trump forseti fekk eina niðurbræðing – ’meltdown’. Demokratarnir kundi ikki halda fram við fundinum, tí forsetin ikki var førur fyri at halda seg til veruleikan, segði Pelosi.
Demokratiski minnilutaleiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, segði, at Trump kallaði Pelosi fyri ein ”triðjafloks politikara”.
- Hann var frekur, serliga móti Pelosi, segði Schumer.
Trump hevur svarað aftur á Twitter. Har skrivar hann, at Pelosi hevur tørv á hjálp í skundi.
- Antin er okkurt galið ’í erva’ hjá henni, ella so dámar henni bara ikki okkara fantastiska land, skrivar forsetin og vísir á, at tað var Pelosi, sum fekk eina niðurbræðing á fundinum. Pelosi er sjúk, skrivar forsetin og heitir á sínar borgarar um at biðja fyri henni.
Nancy Pelosi needs help fast! There is either something wrong with her “upstairs,” or she just plain doesn’t like our great Country. She had a total meltdown in the White House today. It was very sad to watch. Pray for her, she is a very sick person!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) October 17, 2019
Fundurin varð hildin, tí Hvítu Húsini ynsktu at tosa um støðuna í Sýria við umboð fyri tey bæði kømrini í Kongressini.
Umboðsmannatingið hevði beint frammanundan samtykt eitt uppskot, ið fordømir afturtøkuna hjá forsetanum úr norðara Sýrialandi. 354 tinglimir atkvøddu fyri og 60 ímóti. Tað er heilt óvanligt, at so stórur meiriluti er um at havast at forsetanum, skrivar nrk.no.
Afturtøkan hevur havt við sær, at Turkaland nú hevur gjørt innrás í Norðursýria, har kurdarnir, sum hava verið teir sameindu hjá USA í stríðnum móti IS, halda til.
Herundir ber til at hoyra hvat tey trý, Nancy Pelosi, demokratisk forkvinna fyri Umboðsmannatingið, Chuck Schumer, demokratiskur minnilutaleiðari í Umboðsmannatinginum, og Steny Hoyer, demokratiskur meirilutaleiðari í Senatinum, søgdu eftir fundin við forsetan: (tekstur broyttur kl. 09.50)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald