Uttanlands

Pence fer ikki at stuðla Trump

Og tað átti ikki at komið óvart á nakran, sigur fyrrverandi amerikanski varaforsetin, sum heldur ikki ætlar sær at velja Biden, tá forsetaval verður 5. november

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-16 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Mike Pence stuðlar ikki Donald Trump á forsetavalinum í ár, og tað átti ikki at komið óvart á nakran, sigur hann við Fox News.

Pence var varaforseti undir Trump í tíðarskeiðnum 2017 til 2021, men tað hevur verið kalt millum teir, síðan Trump royndi at trýsta Pence at hjálpa sær at ógilda valúrslitið í 2020.

Í kjalarvørrinum á hesum komu fleiri álop frá Trump á sosialu miðlunum. M.a. skrivaði hann, at Pence "ikki hevði dirvi at gera tað, sum skuldi til fyri at verja okkara land og grundlóg".

Í fjør royndi Pence eisini at gerast republikanskt forsetavalevni, men hann tók seg úr valstríðnum í heystt. Fyrr í hesum mánaðinum tók Nikki Haley seg eisini úr valstríðnum, og er Trump sostatt einasta republikanska valevnið, sum stendur eftir.

Pence leggur afturat, at hann hóast alt er errin av tí, sum hann og Trump avrikaðu, tá teir stóðu á odda fyri USA. Men Trump fylgir nú einari dagsskrá, sum stríðir ímóti konservativu dagsskránni, sum teir fylgdu, meðan teir vóru í Hvítu Húsunum, og tí kann Pence ikki við góðari samvitsku stuðla Trump, sigur hann sambært Ritzau.

Pence hevur ikki boðað alment frá, hvør fær hansara stuðul á forsetavalinum, sum verður 5. november. Hetta ynskir hann at halda fyri seg sjálvan. Tó ger hann greitt, at hann ongantíð fer at velja Biden.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder