Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Mike Pence er ikki longur við í forsetavalstríðnum. Tað boðaði hann frá leygardagin á ráðstevnu í Las Vegas.
Tað var í juni, at Mike Pence, sum var varaforseti undir Donald Trump í árunum 2017 til 2021, formliga boðaði frá, at hann stillaði upp til forsetavalið.
Hann hevur higartil ikki klárað seg væl í veljarakanningunum, har tað famvegis er Trump, sum liggur greitt á odda.
Áðrenn Pence gjørdist varaforseti var hann guvernørur í statinum Indiana og limur í Kongressini.
Pence var ein trúgvur stuðul hjá Trump nærum alla teirra tíð í Hvítu Húsunum, men síðan ósigurin á forsetavalinum í 2020, hevur Pence roynt at taka frástøðu frá Trump, sum sambært Pence eggjaði stuðulsfólk síni til at fremja álopið á Kongressina í januar 2021, sum setti hann og familju hansara í vanda. Tó hevur hann eisini tikið undir við nógvum av politisku avgerðunum hjá Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald