Hóast tríggjar verklagslógir í 2017 vórðu samtyktar, sum høvdu til endamáls at byggja vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi, so eru ongi útlit til, at gongd er komin á hesar byggiætlarnirnar.
Tí vildi Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, í dag hava at vita frá landsstýriskvinnuni við almannamálum, hvussu gongur við hesum ætlanum.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum, svaraði, at arbeitt verður víðari við teimum trimum verkætlanunum, sum allar liggja í Suðurstreymoy.
Talan er um tvey sambýli til fólk við menningartarni, í Reynstúni á Argjum og á Mýrum í Hoyvík, bæði ætlað 18 búfólkum. Triðja verkætlanin er ein ætlan í Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu. Talan verður um seks búpláss og seks umlættingarpláss, men staðið skal eisini hýsa frítíðarvirksemi fyri fólkum, sum ikki búgva á heiminum.
Afturat hesum er eisini ætlanir um at umvæla og dagføra fleiri av teimum verandi heiminum, so tey gerast tíðarhóskandi, og tað liggur eisini í kortunum, at nøkur teirra skulu byggjast út til at kunna hýsa fleiri búfólkum, segði Elsebeth M. Gunnleygsdóttir.
Men hon upplýsti eisini, at neyðugt verður í 2020 við 9 milliónum krónum aftur at teimum játtaðu fyri at byggja heimini. Orsøkin er, at alt er vorðið rættiliga nógv dýrari síðani verklagslógirnar vórðu samtyktar.
Sum dømi nevndi landsstýriskvinnan, at bert annar av tveimum bygningurin á Mýrum er mettur at kosta 38 milliónir í dag, hóast upprunaliga kostnaðarmetingin fyri báðar bygningarnar ljóðaði á 58 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald