Herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin frá slíkari bót fer í danska statskassan.
Tí hevur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sett løgmanni ein grein 52 fyrispurning um hetta.
Hann vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at taka upp samráðingar við donsku stjørnina um, at bøtur í Føroyum skulu í landskassan heldur enn statskassan. Um so er, hvørjar bøtur vil landsstýrið royna at tryggja landskassanum.
- Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan. Sostatt ber til at siga, at ein almennur myndugleiki og eitt alment partafelag gera avtalu um at taka pening úr føroyska landskassanum at koyra í danska statskassan, skrivar Jørgen Niclasen ´iviðmerkingunum.
- Í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast í landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum. Peningur fyri allar aðrar bøtur enda í danska statskassanum.
- Spurningurin er, um bótin ikki eigur at fara í landskassan, tá landskassin rindar fyri eftirlitið, sum landskassin til dømis ger, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kappingareftirlitið geva bøtur, og um tað ikki hevði verið rætt og rímiligt, at allar bøtur í Føroyum verða rindaðar í landskassan.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal svara fyrispurninginum áðrenn 10. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald