Innanlands

Peningur játtaður til dagstovn við Gøtugjógv

12 milliónir eru settar av til hetta árið, og arbeiði at byggja verður nú sett í gongd. Talan er um nýbygging av dagstovninum Gjáa, sum um nøkur ár skal hava rúm fyri 112 børnum

Tekning av økinum har nýbygningurin sæst. Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f vunnu kappingina um nýggja bygningin (Mynd: Eysturkommuna)

Tekning av økinum har nýbygningurin sæst. Osbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f vunnu kappingina um nýggja bygningin (Mynd: Eysturkommuna)

2020-01-15 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi beint fyri jól samtykti býráðið at seta 12 milliónir krónur av í 2020 til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Restin verður sett av í 2021 og 2022.

Eysturkommuna skrvar á heimasíðu sínari, at nú verður gongd sett á arbeiði við at byggja ein nýggjan dagstovn við Gøtugjógv.

Talan er um nýbygging av dagstovninum Gjáa, sum í dag hevur pláss til 67 børn. Stovnurin leigar seg eisini inn í onnur høli við Gøtugjógv, har vøggustova er við 13 børnum. Nýggi dagstovnurin verður 1300 fermetrar til støddar og skal savna  allan dagstovnin á eitt stað, har pláss skal vera til 112 børn. 

Les meira um dagstovnin, byggingina og serstaka arkitekturin á heimasíðuni hjá Eysturkommunu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder