- Vit klára ikki at kappast við stroymingartænasturnar í vavi, men vit noyðast at vera ambitiøs. Vit hava einki annað val, sigur Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri.
Týsdagin lat Disney upp fyri stroymingatænastuni Disney+ í Danmark. Fyri 59 krónur kanst tú ómakaleyst og uttan mørk hyggja eftir tilfari hjá Disney sum umfatar klassikarar, men eisini filmar hjá Pixar, Marvel og Lucas Films.
Hetta leggur trýst á public service stovnar, millum annað Danmarks Radio, sum dagin eftir kunngjørdi at, at tey eru í holt við nýggjar tænastur til børn. Har í millum Minisjang, sum leggur seg eftir smærri børnum enn Ramasjang og Ultra gera.
Í Sortudíki arbeiða tey eisini við nýggjum tilfari til børn. Tað upplýsti Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, á tíðindafundi í morgun, tá átakið “Føroyar lesa” varð lagt fram.
- Vit hava verið í samráðingum við amerikanska risan innan leikur, Hasbro, um at keypa rættindini til tað sum eitur Peppa Pig, Fireman Sam og onnur. My Little Pony eru vit í gongd við, segði kringvarpsstjórin.
Eisini hevur Kringvarpið keypt sær rættindi til Astrid Lindgren universið. Tíggju-tólv røðir við Pippi, Brøðurnir Leyvuhjarta og annað.
Ungdómstilfar er eisini nakað sum Kringvarpið fer at leggja seg eftir framyvir.
- Eg bjóðaði í gjár fimtan ungum vælkomnum í Kringvarpið. Tey eru eitt toymi, sum fær fríar ræsir at gera ungdómstilfar. Kringvarpið veitir tekniska hjálp og redaktionella vegleiðing. Hetta er ein stór verkætlan hjá okkum, men vit mugu royna at toga tey ungu inn aftur í eitt miðlarúm og vera felags um nøkur viðurskifti, segði Ivan Niclasen.
Størsta mentanarliga avbjóðingin seinastu mongu árini
Tann harða kappingin um miðlabúkaran ger, at føroyingurin brúkar minni tíð uppá føroyskar miðlar, heldur Ivan Niclasen. Tilfarið vit síggja, hevur útgangsstøði í Hollywood.
- Vit hvørki hoyra ella síggja føroyingin í hesum her. Her er eingin referansa til tað føroyska samfelagið í tí nýggju miðlanýtsluni, sum floymir oman yvir okkum.
- Tað henda tvey ting. Vit nýta minni tíð at lesa, vit stroyma útlendskt og harvið hoyra vit útlendskt. Og felagsskapurin sum uppstendur gjøgnum miðilin, tað at vera saman um nakað føroyskt ella okkurt sum er føroyskt, er í vanda, segði Ivan Niclasen.
- Tann harða kappingin um miðlabrúkarin ger tað, at føroyingurin brúkar minni tíð uppá føroyskar miðlar, og tað sum hesir miðlar hava at bjóða um føroyska mentan, samfelagsviðurskifti og siðaarv. Og alt hetta her umboðar størstu mentanarligu avbjóðingina tey seinastu mongu árini.
Um tú ikki hevur nakað at vera saman um í einum miðlarúmi, so viknar savningarmegin í tí føroyska samfelagnum so líðandi. Tí hvat eru vit so felags um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald