
Per Martin Gregersen hevur nú tikið yvir sum borgarstjóri í Eysturkommunu. Fráfarni borgarstjórin, Jóhan Christiansen, handaði í dag Per Martin lyklarnar til skrivstovuna, og sostatt er hann byrjaður sítt fýra ára skeið sum borgarstjóri.
Nýggi borgarstjórin var fekk flestar atkvøður og varð sostatt fystvaldur til býráðsvalið í november. Tríggjar dagar eftir valið, skipaði nývalda býráðið seg við Per Martin Gregersen sum borgarstjóra og Magnus Skoralíð, ið fekk næstflestar atkvøður, sum varaborgarstjóra.
Per Martin er 31 ára gamal, og er búsitandi í Norðragøtu. Hann hevur úbúgving innan marknaðarførslu og hevur seinastu árini starvast sum sølumaður.
Fyrsti formligi fundur hjá nývalda býráðnum verður síðst í januar mánaði, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.
-
Sjey av teimum níggju í býráðnum eru nývald. Aftast frá vinstru: Hjalti Dalheim, Marita Klein Joensen, Petur Súni Jacobsen, Hanna Jensen og Rúni Justinussen. Fremst: Katrin Kjartansdóttir, Per Martin Gregersen, Magnus Skoralíð og Marjun Andreasardóttir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald