Fyrrverandi aðalskrivarin í ST, Javier Pérez de Cuéllar, doyði í gjár, 100 ára gamal.
Hann doyði í heimlandi sínum, Peru, upplýsir sonurin, Francisco Pérez de Cuéllar, sambært AFP tíðindastovuni.
- Pápi mín doyði eftir eina trupla viku og hvílir nú í friði, segði sonurin við útvarpsstøðina, RPP.
Pérez de Cuéllar var aðalskrivari fyri ST frá 1982 til 1991, og tað varð sostatt hann, sum sat í hesum týðandi starvi tá kalda kríggið endaði.
Eitt stutt skifti, frá november 2000 til juli 2001 var hann forsætisráðharri í Peru.
Tað eru kanska ikki so nógv, sum minnast navn hansara, og tað kann skyldast, at hann ikki var av tí hartrópandi slagnum. Men kortini var hann millum heimsins mest máttmiklu menn.
Meðan hann var ST-aðalskrivari var heimurin merktur av hungursneyðum í fleiri amerikanskum londum, krígnum millum Iran og Irak og borgarakrígnum í El Salvador.
Pérez de Cuéllar var eisini formaður í ST-trygdarráðnum í 1973-1974 og ST-sendimaður til Kýpros frá 1975 til 1977.
Hann var fimti aðalskrivarin í ST, og loysti eysturríkaran Kurt Waldheim av. Egyptiski Boutros Boutros-Ghali tók við eftir hann.
Pérez de Cuéllar kom frá eini miðstættarfamilju í Lima og varð útbúgvin á katólskum skúlum í heimlandinum. Sum heilt ungur fór hann inn í uttanríkistænastuna, samstundis sum hann tók eina løgfrøðiliga embætisútbúgving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald