Innanlands

Pero Sore avloysir í Vestmanna

Nógv umrøddi gigtalæknin er nú avloysari sum kommunulækni

Pero Sore (Mynd: medcare.fo)

Pero Sore (Mynd: medcare.fo)

2022-10-13 12:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pero Sore, nógv umrøddi gigtalæknin, sum ikki longur er í starvi á Landssjúkrahúsinum, skal nú virka sum kommunulæknaavloysari í Vestmanna. Tað boðar heimasíðan frá Vestmanna kommunu frá.

Talan er tó bert um eitt stutt tíðarskeið, frá 17. til 30. oktober

Gunnhild Helmsdal, ið annars er settur kommunulækni í Vestmanna, er farin í granskingarfarloyvi í eina tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder