Innanlands

Persónarnir komnir út úr tunlinum

Enn er ikki tamarhald á eldinum, men teir báðir persónarnir sum vóru í Sandoyartunlinum, eru komnir út og hava tað eftir umstøðunum gott

2021-05-14 13:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki tamarhald á eldinum í Sandoyartunlinum, men tvey fólk eru bjargað úr tunlinum.

Tað var klokkan 09:08 at politiið fekk fráboðan um, at eldur var kyknaður í einum ljósmotori, ið stóð umleið tríggjar kilometrar inni í tunlinum Sandoyarmegin.

Sløkkilið, sjúkraflutningstænastan, tyrla og politiið vóru beinanvegin send á staðið.

Enn er ikki tamarhald á eldinum og tí er heldur ikki greitt hvussu umfatandi skaðin er, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Upplýsingar vóru um, at tað tveir persónar framvegis vóru eftir inni í tunlinum.

Kl. 12.51 eru báðir persónarnir komnir út og teir hava tað eftir umstøðunum gott og verða við tyrlu fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

Sostatt eru allir persónar komnir úr tunlinum.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder