Innanlands

Persónur árendur á Ringvegnum í Havn

Í gjárkvøldið var ein persónur árendur av einum bili við Magn-støðina við Ringvegin í Havn, og tíðliga í morgun koyrdi ein bilur útav við Sandvíkarhjalla, men eingin fólkaskaði var

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-30 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint áðrenn klokkan tíggju í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur var blivin árendur av einum bili við Magn-støðina við Ringvegin í Havn.

Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og ein kommunulækni var eisini á staðnum, sum fekk kannað viðkomandi, og tíbetur vísti tað seg, at viðkomandi ikki hevði fingið nakran skaða.

Hví óhappið hendi veit løgreglan ikki at siga, men málið verður enn kannað. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilførarin helst fær eina bót fyri ósketni.

Klokkan fimm í morgun var eitt annað ferðsluóhapp uppi við Sandvíkarhjalla, har ein bilur koyrdi útav vegnum.

Tveir persónar vóru í bilinum, og teir fingu ikki nevniverdan skaða, men materielli skaðin var stórur.

Heldur ikki ber til at siga, hví hetta óhappið hendi, men í øllum førum hevur talan ikki verið um rúsdrekkakoyring, verður sagt av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder