2022-07-31 12:30
Fyrradagin var ein persónur í USA so heppin at vinna 1,3 milliardir dollarar, ið svarar til nærum 9,5 miliardir í okkara krónum.
Viðkomandi, sum enn ikki hevur gjørt vart við seg, sambært amerikanska miðlinum ABC, hevði røttu vinnaratølini í spælinum Mega Millions. Lutaseðilin varð seldur í statinum Illinois.
Orsøkin til, at vinningurin var so stórur er, at eingin vinnari er funnin 29 ferðir á rað, skrivar DR.
Kjansurin fyri at vinna høvuðsvinningin verður mettur at vera ein útav 302,5 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald