Leygardagin varð fyrsti lokali smittutilburðurin við omikron-frábrigdinum av koronu staðfestur í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing.
Hetta er fyrstu ferð, at myndugleikarnir hava skrásett ein tilburð við omikron hjá persóni, sum er smittaður í býnum, sum annars í hesum døgum fyrireikar seg til at skipa fyri vetrar-OL.
Myndugleikarnir hava avbyrgt økið, har smittaði persónurin býr, umframt abreiðsplássið hjá viðkomandi. 2.430 persónar, sum hava samband við hesi bæði støðini, eru eisini kannaðir, skrivar tíðindastovan Reuters.
Eftir ætlan skal vetrar-OL vera í Beijing 4. februar, og Kina, sum hevur ein nulltoleransupolitikk viðvíkjandi koronu, slær hart niður á smittuútbrot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald