Uttanlands

Peru: Í minsta lagi fimm fólk særd

Í nátt varð Peru rakt av ógvusligast jarðskjálvtanum, sum landið hevur upplivað í 12 ár

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-26 15:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri fráboðanir eru komnar um skaðar og fólk, sum eru vorðin særd orsakað av jarðskjálvtanum, sum rakti Peru í nátt.

Tað sigur Martin Vizcarra, forseti í Peru, sambært CNN.

Býirnir sum vórðu harðast raktir av skjálvtanum vóru Yurimaguas og Tarapoto í Amasonregnskóginum.

- Vit hava longu fingið fráboðanir um skaðar, oyðilagdar vegir, oyðiløgd heim, og ein oyðiløgd brúgv, sigur Martin Vizcarra.

Men tað var ikki bara Peru, sum merkti hetta. Fólk í Venezuela og Ecuador merktu eisini jarðskjálvtan.

Sambært lokala heilsumálaráðnum hava í minsta lagi fimm fólk fingið skaða, og myndugleikarnir eru í ferð við at flyta fólk úr teimum økjunum, sum vórðu rakt av jarðskjálvtanum.

Hetta er ógvusligasti jarðskjálvtin, sum Peru hevur upplivað í 12 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder