Uttanlands

Peru rakt av ógvusligum jarðskjálvta

Jarðskjálvtin varð máldur 8 á Richter-stiganum, og er sostatt tann ógvusligasta, sum hevur verið í ár

Mynd: The Independent

Mynd: The Independent

2019-05-26 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum trý í nátt varð norðari parturin av Peru raktur av ógvusligum jarðskjálvta.

Jarðskjálvtin varð máldur 8 á Richter-stiganum, og er hann sostatt tann ógvusligasti, ið er máldur í ár.

Ein annar jarðskjálvti, sum var næstan líka ógvusligur, rakti Papau Nýguinea fyri uml. trimum vikum síðani. Tann jarðskjálvtin varð máldur 7.5.

Sambært DR hava enn ongar fráboðanir verið um nakran, sum hevur latið lív. Men fráboðanir hava verið um streymslit í býum nærindis Amasonánni og um materiellar skaðar, skrivar tíðindastovan AP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder