Innanlands

PET: Kina og Russland hava vaksandi áhuga fyri Føroyum

Danska Fregnartænastan hevur á fyrsta sinni givið út almenna frágreiðing

2022-01-13 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórveldini Kina og Russland eru ein hóttan móti ríkisfelagsskapinum, tí hesi londini hava ein áhuga í at seta fótonglar fyri støðuni hjá USA og øðrum vesturlondum í Føroyum og Grønlandi.

Hetta kann millum annað lesast í fyrstu almennu frágreiðingini, sum danska fregnartænastan PET (Politiets Efterretningstjeneste, -red.) hevur kunngjørt.

Frágreiðingin staðfestir, at njósning í dag er ein størri hóttan móti Danmark og ríkisfelagsskapinum, enn hon fyrr hevur verið. Og tað er serliga Kina, sum vísir áhuga.

Um Føroyar og Grønland stendur millum annað soleiðis í frágreiðingini:

- Kina, Russland, USA umframt fleiri evropeisk lond hava vaksandi geostrategisk, trygdarpolitisk og búskaparlig áhugamál í Arktis og Norðuratlantshavi. Nøkur av hesum londum kappast um atgongd til m.a. tilfeingi, havleiðir, gransking og pláss av hernaðarligum týdningi.

- Føroyar og Grønland liggja á landafrøðiliga týdningarmiklum økjum fyri skip, kavbátar og flogfør... Harafturat hava stórveldini áhuga fyri tilfeinginum, sum finst í grønlendsku undirgrundini.

- Tað er tí metingin hjá PET, at tað er ein hóttan frá bæði kinesiskum og russiskum fregnartænastuvirksemi, serliga ávirkan og njósning, sum eitt nú sæst sum ‘cyberálop’ móti donskum, føroyskum og grønlendskum myndugleikum, avgerðartakarum, fyritøkum og granskingarstovnum.

- PET metir, at Kina og Russland eitt nú eru áhugað í at fáa fatur á upplýsingum um hernaðarlig, politisk og búskaparlig viðurskifti, støðuni hjá ríkisfelagsskapinum og teimum einstøku ríkispørtunum (les: londunum, -red.) í samráðingum og gransking av hernaðarligum, politiskum ella búskaparligum týdningi. Harumframt hava Kina og Russland áhuga í at gera tað trupult hjá USA og øðrum vestanlondum at varðveita sína støðu í Føroyum og Grønlandi.

Tað er metingin hjá PET, at vandar kunnu verða tengdir av ávísum altjóða samstørvum og umfatandi íløguvirksemi og samhandli við Kina og Russland, tí slíkt virksemi eftir umstøðunum kann gera Føroyar og Grønland meira sárbær mótvegis njósning og ávirkan.

SÍ frágreiðingina her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder