placeholder
Uttanlands

Pete Buttigieg stendur til at vinna í Iowa

Joe Biden, sum hevur verið førandi valevnið í kanningum, gjørdist nummar fýra

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-06 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað stendur á jøvnum millum forsetavalevnini Pete Buttigieg og Bernie Sanders í kappingini um at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar.

Tá 97 prosent av atkvøðunum á undanvalinum í Iowa mánadagin vórðu taldar upp, lá Pete Buttigieg á odda við 26,2 prosentum av atkvøðunum, meðan Bernie Sanders stóð til at fáa 26,1 prosent, skrivar CNN.

Fyri fyrrverandi varaforsetan Joe Biden, gjørdist undanvalið eitt satt vónbrot. Hann stendur til bert at fáa 15,8 prosent og kemur sostatt á eitt fjórða pláss. Elizabeth Warren kom inn á triðja plássið við 18,2 prosentum av atkvøðunum. Joe Biden fekk sostatt onki umboðsfólk valt í ráðið, sum endaliga skal velja forsetavalevni. Warren fekk fimm valfólk, meðan Buttigeg og Sanders fingu hvør síni 11.

Úrslitið av undanvalinum í Iowa skuldi verið klárt longu mánakvøldið. Men tekniskir trupulleikar við eini nýggjari app, ið skuldi savna tølini frá teimum ymsu valstøðunum, førdi til ruðuleika undir uppteljingini.

Í gjárkvøldið var boðað frá, at 38 ára gamli Buttigieg hevði tikið leiðsluna tá tveir triðingar av atkvøðunum vórðu upptaldir. Sjálvur kallaði Buttigieg hetta fyri ein ”óvæntaðan sigur”.

Undanvalið í Iowa var tað fyrsta í eini langari røð av undanvalum, sum skulu finna fram til, hvør skal stilla upp móti republikanaranum Donald Trump til forsetavalið í november.

Um Buttigieg vinnur valið í Iowa og harvið tekur fyrsta stikk í stríðnum um at verða tilnevndur, er talan um eitt óvanligt bragd, sambært amerikanska miðilin Politico.

Hansara politisku royndir eru so at siga ongar at rokna við høvuðsmótstøðuvalevnini, sum hava fleiri ár í Kongressini ella Biden, sum varaforseti í tvey valskeið undir Barack Obama.

Upp á stutta tíð er eydnast Buttigieg at koma fram frá at vera ein so at siga ókendur borgarstjóri í einum minni býi, South Bend, í statinum Indiana til at vera ein persónur, sum øll í USA nú kenna.

Hann er eisini fyrsta mannliga forsetavalevni, ið opið hevur staðið fram sum samkyndur, vísir Politico á.

Næsta undanval verður í New Hampshire komandi týsdag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder