2026-09-30 13:30
Peter Flügge, sum í fleiri ár hevur virkað sum dómari við Føroya Rætt, er nú útnevndur til sorinskrivara.
Heimasíðan hjá Danmarks Domstole boðar frá at ‚dommerudnævnelsesrådet for Færøerne’ á fundi í gjár hevur tikið støðu til hvør skal yvirtaka embætið sum sorinskrivari (retspræsident) eftir Henrik Møller, sum er farin frá av heilsuávum, eftir at hava røkt embætið í 22 ár.
Avgerðin var, at Peter Flügge verður útnevndur til nýggjan sorinskrivara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald