Uttanlands

Peter Madsen um drápið á Kim Wall: Tað var mín skyld

Peter Madsen viðgongur nú drápið á svenska journalistin Kim Wall í 2017

Peter Madsen (Savnsmynd)

Peter Madsen (Savnsmynd)

2020-09-09 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kavbátaskiparin Peter Madsen, sum í 2018 varð dømdur sekur og fekk lívslanga fongsulsrevsing, viðgongur nú at hann drap Kim Wall.

Hann hevur annars nokta seg sekan, men í dokumentarsending á Dplay “Loyndarfullu upptøkurnar við Peter Madsen” viðgongur Peter Madsen drápið og ræðuligu hendingina.

- Tað er einki við, hvør hevur skylduna. Tað er mín skyld, at hon doyði, og tað er mín skyld, at eg gjørdi brotsverkið. Tað er alt mín skyld, sigur Peter Madsen í telefonsamrøðu við journalist Kristian Linnemann í dokumentarrøðini.

Dokumentarrøðin gjørdist tøk á Dplay í dag. Síggj brot úr sendingini omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder