Tiltakið ‘Við Peter Pan til Neverland’ verður skotið í gongd í morgin, hósdagin 27. juni, og heldur fram til 7. juli. Umborð verður stuttligt undirhald, sum børnini luttaka í, ókeypis Peter Pannikøkur og Jolly, og aftaná kunnu børnini heilsa uppá Peter Pan, Kaptain Hook og Smee.
- Tað eru longu fleiri túrar útseldir, og í fjør varð alt útselt. Í fjør vóru yvir 600 ferðandi við, og tí at eftirspurningurin var so stórur í fjør, hava vit enn fleiri túrar í ár greiðir Siri S. Hansen, fyriskipari frá.
Tiltakið bleiv afturat tí kosið sum Ársins nýbrot 2023 av Ferðavinnufelagnum fyrr í ár.
Yvirskipað snúgva túrarnir seg um eina frásøgn um Peter Pan, har børnini sleppa at hitta Kaptain Hook, Smee og Peter Pan umborð á Westward Ho, sum er gandað um til Jolly Roger.
Saman við Peter Pan skulu børnini finna Tinkerbell og skattin, og eisini vanda sær fyri Kaptain Hook og krokodilluni. Børnini sleppa at royna seg umborð og at hoyra um Drangarnar og søgnina um Tindhólm.
- Tað er bæði spæl, søguforteljing og landalæra alt í einum, og so sleppa tey eisini at royna seg á sjónum og fáa leskiligar Peter Pannukøkur”, greiðir Siri frá.
Hon sigur, at fleiri børn livdu seg so mikið nógv inn í søguna, at tey vildu ikki av sluppini aftur, tá túrurin var av.
Túrarnir, við íblástri úr filminum ‘Peter Pan & Wendy’, har Tindhólmur er karmur um Neverland, hava ment seg frá í fjør, og er ymiskt nýtt lagt afturat.
- Vit hava tó varveitt tað, sum børnini hildu vera stuttligast, men við ymiskum tillagingum, so tey, sum vóru við í fjør, allíkavæl fáa eina nýggja uppliving í ár, sigur Siri.
Tað verður bert siglt út til Tindhólm og aftur til Sørvág, og tí eru túrarnir eisini væl egnaðir til tey, sum ikki eru so stinn á sjónum.
- Fólk nýtast ikki at setast aftur, tí tey eru bangin fyri sjóverki, tí Sørvágsfjørður er sera veðurgóður, so har klára flest øll at vera við.
Bílegging og meira kunning á neverland.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald