
Bólkurin Petsit úr miðnámi á Glasi gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2025.
Nummar tvey gjørdist Risus úr Miðnám á Kambsdali og nummar trý gjørdist Bilatorgið úr Tekniska skúla í Klaksvík.
Vinnandi bólkurin Petsit hevur ment eina djóraansingarskipan, sum dómsnevndin metti vera so góða, at hon skuldi gerast vinnari av Ungt Virki 2025. Í bólkinum vóru Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Maria við Sandá.
- Vit kenna øll støðuna: Tú skalt ferðast, men hvør skal passa húsdjórini? Petsit hevur skapt eina loysn, har tú lættliga kanst finna álítandi húsdjórapassarar í tínum øki, lesa ummæli og samskifta trygt og skjótt, segði dómsnevndin um Petsit.
Petsit skal sostatt umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður 29. apríl. Vinnari av DM fer víðari til EM í íverksetan.
Risus úr miðnám í Kambsdali. Í bólkinum vóru: Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe. Á myndini eru eisini Sóley Hammer frá Hugskotinum og Rúna N. Rasmussen úr Føroya Banka.
Á øðrum plássi var bólkurin Risus úr Miðnámi á Kambsdali, ið hevur ment litfagrar og stuttligar ruskspannir til børn. Í bólkinum vóru Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe.
Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík. Í bólkinum vóru: Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir. Á myndini eru eisini Sóley Hammer frá Hugskotinum og Rúna N. Rasmussen úr Føroya Banka
Bólkurin Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík vann seg á triðja pláss við eini app, sum selur bilar og bildeilir. Í bólkinum vóru Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald