Innanlands

Petur Højgaard 25 ára starvsdag hjá IRF

Hann hevur seinastu árini verið verkstaðsleiðari, og starvsfelagar lýsa Petur sum sera arbeiðssaman og dugnaligan at finna loysnir..

Sigurd L. Lamhuage ynskti Peturi til lukku, handaði blómur og gávubræv og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr (Mynd: irf.fo)

Sigurd L. Lamhuage ynskti Peturi til lukku, handaði blómur og gávubræv og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr (Mynd: irf.fo)

2026-09-11 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

IRF: Í gjár var hátíðarløta á Hagaleiti fyri Petur Højgaard, ið hevur starvast á verkstaðnum hjá IRF í 25 ár.

Petur byrjaði í starvi í 2001 og hevur seinastu árinini verið leiðari á verkstaðnum.

Starvsfelagar lýsa Petur sum sera arbeiðssaman og dugnaligan at finna loysnir. Familja, starvsfelagar og samstarvsfelagar hittust til ein góðan bita og stjórin, Sigurd L. Lamhuage, ynskti Peturi til lukku, handaði blómur og gávubræv og ynskti framhaldandi gott samstarv og blíðan byr.

IRF eigur av sonnum mong, ið hava starvast her í nógv ár. Vit kunnu øll vera errin av hesum starvsfólkum, sum hvønn dag lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi.

Sí eisini: Avroð fráa upmerksemi frá landsliðsleikarum í hondbólti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder