Innanlands

P/F Eystur og Sandoyartunlar eitt avlop upp á slakar 50 milliónir krónur

Hetta er kortini væl lægri enn í fjør, tá Sandoyartunnilin ikki var latin upp fyri ferðslu. Ferðsluveðhaldið hjá landskassanum er tó minkað við yvir 31 milliónum

Teitur Samuelsen, stjóri, undir hátíðarhaldinum í Sandoyartunlinum í desember í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Teitur Samuelsen, stjóri, undir hátíðarhaldinum í Sandoyartunlinum í desember í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-29 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan kjakið koyrir um ætlaða Suðuroyartunnilin og bíðað verður eftir, at málið í morgin kemur fyri Løgtingið, kann partafelagið fyri yngsta og næstyngsta undirsjóvartunnilin í Føroyum eitt yvirskot upp á beint undir 50 milliónir. 

Yvirskotið er tó nærum 80 milliónir minni enn tað í fjør; millum annað tí  tí at nú verður avskrivað uppá Sandoyartunnilin, sum lat upp fyri ferðslu beint fyri ársskifti 2024. Eysturoyartunnilin lat upp stutt fyri ársskifti í 2020.

Partafelagið fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnil hevur havt aðalfund, har millum annað ársroknskapurin fyri 2024 varð lagdur fram. Ársúrslitið fyri 2024 gjørdist 49,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt, samanborið við 127,9 milliónir krónur í 2023. 

Inntøkurnar frá ferðslu øktust úr 160 milliónir krónur í 2023 upp í 198 milliónir krónur í 2024, men serliga avskrivingar kostaðu.

Ferðsluveðhaldið minkað við yvir 30 milliónum
Ferðsluveðhaldið, sum landskassin hevur veitt felagnum, minkaði munandi í 2024, í mun til árini frammanundan.

Veðhaldi var í 2024 12,7 milliónir krónur. Í 2023 var tað 43,6 milliónir krónur.

Størsti parturin av veðhaldinum stavar frá fyrra hálvarið 2024, tá verkfallið í mai/juni mánaði kostaði felagnum umleið 4 milliónir. Seinna hálvár var ferðsluveðhaldi bert 3,4 milliónir krónur. Tí er ikki óhugsandi, at ferðsluveðhaldi ikki fer at kosta landskassanum pening í framtíðini, um alt gongur eftir vild, verður skrivað í frágreiðingini.

Seinastu árini hava ferðsluveðhaldini verið hesi (kr. mió.):

2021: Kr. 27,4 mió.

2022: Kr. 56,5 mió

2023: Kr. 43,6 mió

2024: Kr. 12,7 mió

Í alt : Kr. 140,2 mió.

Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina.

Bergur Poulsen heldur fram sum nevndarformaður og Marita Hentze sum næstforkvinna. Hini í nevndini eru Gudmund Mortensen, Mathea Hilduberg og Uni Danielsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder