Innanlands

P/F Fiskaaling gjørt avtalu við landsalimyndugleikarnar í Tanzania

Talan er menningarsamstarv, har fólk úr Tanzania skulu koma til Føroya at læra um føroyska aling.

Tilapia verður ofta brúktur sum alifiskur í heitari londum (Mynd: Fiskaaling)

Tilapia verður ofta brúktur sum alifiskur í heitari londum (Mynd: Fiskaaling)

2019-08-30 17:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Avtalan um menningarsamstarv varð gjørd á ráðstevnuni hjá FAO/COFI undirnevndini um aling, sum var í Trondheim í farnu viku. Samstarvið leggur upp til, at Fiskaaling bjóðar skiftislesandi, vísindafólk ella annað starvsfólk til Føroya at arbeiða á Fiskaaling í eitt ávíst tíðarskeið. Ætlanin er, at fyrsti skiftislesandi frá Tanzania kemur til Føroya longu nú til heystar.

Stjórin fyri alivirksemi í Tanzania, Nazael A. Madella, sigur, at alivinnan har er á byrjunarstigi. “Tað merkir, at eitthvørt slag av samstarvi kann fáa ovurstóra ávirkan á, hvussu alivinnan í Tanzania kann mennast á munagóðum og burðardyggum grundarlagi,” sigur hann í eini viðmerking.

Næsta stigið verður, at myndugleikarnir í Tanzania hyggja eftir teimum møguleikunum, sum Fiskaaling hevur at bjóða, fyri soleiðis at finna rætta viðkomandi, sum so fær møguleikan at koma til Føroya. Serligu royndirnar, sum Fiskaaling hevur at bjóða, umfata eitt nú gransking, menning og ráðgeving um aling av vatnlivandi djórum og plantum, og innan biotøkni.

Á fundinum í Trondheim luttók eisini umboð fyri SADC, sum er felagskapurin fyri 16 lond í sunnara Afrika. Hann vísti samstarvinum sera stóran áhuga og helt, at fleiri SADC lond helst kunnu luttaka í samstarvinum, tá fyrstu royndirnar eru gjørdar.

Umframt menningarsamstarvið við Fiskaaling eru eisini møguleikar fyri, at aðrir partar í føroysku aliskipanini við tíðini bjóða fram samstarv eftir hesum sama leisti. Her verður millum annað hugsað um lóggávuvirksemi, veterinermyndugleikar, kanningarstovur, fóðurframleiðarar og alifyritøkur.

Tað var í juni mánaði, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og P/F Fiskaaling undirskrivaðu semjuskjal um føroyska luttøku í altjóða menningarsamstarvi. Semjuskjalið sigur m.a., at “Endamálið er at virka fyri máttmenning við útbúgving, gransking og vitanardeiling og at seta í verk átøk, sum hava til endamáls at breiða út vitan og serkunnleika til frama fyri menning og “good governance” innan aling í menningarlondum við denti á smáoyggjaríki og strandarlond í menning.”

[object Object]

Tanzania er 947.000 ferkilometrar til støddar, og har búgva umleið 55,6 mió. fólk. Sambært Heimsbankanum er BTÚ 2.946 dollarar pr. íbúgva, soleiðis at Tanzania liggur sum nummar 153 listanum samanborið við heimsins lond.

Fiskaaling

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder