
2024 gjørdist tað besta árið higartil hjá P/F Hotel Hafnia. Ársúrslitið vaks í mun til 2023 við 2,5 mió.kr. til 11 mió.kr. í 2024.
Tað er P/F Smyril Line, sum eigur P/F Hotel Hafnia, sum eigur gistingarhúsini Hotel Hafnia og Hotel Brandan umframt at reka Restaurant Katrina Christiansen.
Serliga síðani nýggja gistingarhúsið Hotel Brandan hjá P/F Hotel Hafnia varð bygt í 2020 kunnu vit staðfestast, at vøkstur hevur verið í bruttovinninginum hvørt ár síðani korona árið í 2020. Hóast vit ikki síggja samlaðu nettosøluna í roknskapinum er vøksturin í bruttovinninginum eitt góð ábending um at sølan hevur hilnast væl síðstu fýra árini.
Raksturin
Bruttovinningurin í 2024 var 73,3 mió.kr. sammett við 69,8 mió.kr. í 2023. Talan var um ein vøkstur á 5 prosent.
Rakstraravlopið, eisini nevnt ebitda, var 28 mió.kr. í 2024 í mun til 25,6 mió.kr. Vøksturin í rakstrarlønseminum var tí 9,3 prosent í 2024.
Nevnast kann at starvsfólkakostnaðirnir í 2024 vóru 45,3 mió.kr. og miðal starvsfólkatalið var 141.
Ársúrslitið eftir skatt var 11 mió.kr. í 2024 sammett við 8,5 mió.kr. Hetta svarar til ein vøkstur í ársúrslitinum upp á heili 29,3 prosent í 2024.
Fíggjarstøðan
Samlaða fíggjarstøðan hjá P/F Hotel Hafnia í 2024 var 303 mió.kr.
Samlaðu støðisognir, sum eru hotelbygningar og útgerð, vóru uppgjørd samanlagt til 259,4 mió.kr. í 2024.
Ognir í umferð í alt vóru 43,6 mió.kr. Størstu postar vóru tøkur peningur á 36,8 mió.kr. og áogn av sølu á 4,8 mió.kr.
Undir samlaðu skyldunum sæst, at langfreistaða skuldin hjá P/F Hotel Hafnia var 193,1 mió.kr. sum er 11,8 mió.kr. lægri enn í 2023.
Stuttfreistaða skuldin í 2024 var 22,2 mió.kr., sum er tað sama sum í 2023.
Eginpeningurin hjá P/F Hotel Hafnia var við árslok 2024 íalt 75,6 mió.kr. Trygdarevni, sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur í 2024, var 25 prosent samanborið við 21,5 prosent í 2023.
Gjaldførið hjá P/F Hotel Hafnia í 2024 var gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreistaða skuld, var í 2024 staðfest at verða 196,8 prosent sammett við 159,4 prosent í 2023.
Samanumtikið kunnu vit tí staðfesta, at P/F Hotel Hafnia hevur havt eina góða rakstrargongd og eitt gott ársúrslit í 2024. Felagið er væl fyri fíggjarliga og hevur harumframt eitt nøktandi gjaldføri.
P/F Hotel Hafnia er dótturfelag hjá P/F Smyril Line.
Stóri í P/F Hotel Hafnia er Pætur Trónd Thomsen og nevndarformaður er Tummas O. Justinussen.
--
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald