placeholder
Innanlands

P/F J.F. Kjølbro Heilsøla 4,8 milliónir í avlopi í 2020

Fyritøkan legði eina millión afturat ársúrslitinum í mun til árið fyri

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-01-11 17:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Navnið J.F. Kjølbro Heilsøla hevur røtur heilt aftur ta ovurhonds stóra virksemið hjá kenda vinnulívsmanninum og stórreiðaranum Jógvan Frederik Kjølbro í Klaksvík.

Í 1996 keyptu brøðurnir Jákup og Jóannes Mikkelsen P/F J.F. Kjølbro Heilsølu frá Norðoyagrunninum eftir at stóru búskaparkreppuna fyrst í 1990unum, sum rakti føroyska samfelagið hart.

Í 2007 keyptu hjúnini Ester og Jákup Mikkelsen allan partapeningin í fyritøkuni, sum tey eiga ígjøgnum móðurfelagið Finna Sp/f, sum eigur í fyritøkuni Kjølur Sp/f.

Roknskapurin 2020 hjá P/F J.F. Kjølbro Heilsølu vísir, at bruttovinningurin øktist úr 12,2 mió.kr. í 2019 til 13,5 mió.kr. í 2020. Vøksturin í bruttovinninginum var tískil 11 prosent í 2020.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, var 6,5 mió.kr., samanborið við 5,3 mió.kr. í 2019.

Ársúrslitið í 2020 vísti eitt avlop á 4,8 mió.kr., í mun til 3,8 mió.kr. í 2019. Vøksturin í ársúrlitinum í 2020 var tískil 1 mió.kr., ella 25 prosent. 

Um hugt verður eftir fíggjarjavnanum í 2020, so vóru samlaðu ognirnar hjá J.F. Kjølbrø Heilsølu 19,9 mió.kr 

Støðisogn var 1,0 mió.kr. og vørugoynlsa 6,8 mió.kr. og áogn av sølu var 12,1 mió.kr.

J.F. Kjølbro Heilsøla er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2020 er 9,3 mió.kr. Trygdarevnið er 46,7 prosent, sum verður roknað at verða gott. 

Felagið hevur minkað um sína samlaðu skuld úr 11,6 mió.kr. í 2019 til 10,6 mió.kr. í 2020.

Samanlagt er tí talan um eitt gott roknskaparár fyri 2020.

Aðalfundurin avgjørdi at útluta eigarunum, Finna Sp/f, 3,5 mió.kr. í vinningsbýti.  

Stjóri í J.F.Kjølbro Heilsølu er Hans Arni Bjarnason Thomsen. Nevndarformaður er Jákup A. Mikkelsen.  

Sambært heimasíðuni hjá felagnum er starvsfólkatalið í alt 17.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder