Innanlands

P/F Poul Michelsen 7,5 mió.kr. í avlopi

Gott ár hjá Poul Michelsen heilsøluni

(Mynd: Pm.fo)

(Mynd: Pm.fo)

2023-12-04 07:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Heilsølan Poul Michelsen hevði eitt gott rokskaparár, sum endaði 30. Apríl 2023. Ársúrslitið eftir skatt var eitt avlop á 7,5 mió.kr.

P/F Poul Michelsen virkar innan matvøruheilsølumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.

Rakstrarroknskapurin

Roknskapurin vísir, at nettosølan øktist úr 243 mió.kr. í 2021/22 til 276 mió.kr. í 2022/23. Vøksturin í søluni var 13,5 prosent.

[object Object]

Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar, eisini nevnt ebitda, var 10,1 mió.kr. í 2022/23 sammett við 10 mió.kr. árið fyri.

Felagið hevði inntøkur frá kapitalpørtum á 1,7 mió.kr. í 2022/23 sammett við 1 mió.kr. árið fyri.

Ársúrslitið eftir skatt í 2022/23 var 7,5 mió.kr., sum er eitt vet betur enn árið fyri, tá ársúrslitið var 7,3 mió.kr.

Fíggjarstøðan

P/F Poul Michelsen er rímuliga væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2023 á 44,5 mió.kr., sum tó er minkaður við heili 42,4 mió.kr. Orsøkin er tó at 5 mió.kr. eru goldnar út í árinum sum vinningsbýti umframt at felgarið sjálvt hevur keypt egin partabrøv fyri 45 mió.kr. frá partaeigarum. Hetta er helst liður í einum ættarliðsskifti í felagnum.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 189 mió.kr., harav fastar ognir 114 mió.kr. og ognir í umferð í alt vóru 75 mió.kr.

[object Object]

Felagið hevði pr. 30. apríl 2023 langfreistaða skuld á 49 mió.kr. og stuttfreistaða skuld á 96 mió.kr.

Gjaldførislutfallið sum var 134 prosent í 2021/22 nú í 2022/23 er 79 prosent. Men vit trúgva at hetta er liður í umskipanini av partabrøvunum, og hvussu hetta er fíggja í felagnum.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 1,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Stjóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.


---

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

---

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder