Uttanlands

Pfizer: Koppingarevnið riggar eisini móti bretska slagnum av korona

Pfizer og BioNtech hava gjørt kanningar við 16 ymiskum úrbregðum, og higartil hava tey ikki sæð nakrar týðiligar broytingar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-08 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkurnar Pfizer og BioNtech hava kannað, hvussu koppingarevni teirra riggar móti øðrum nýggjum úrbregðum av koronavirus, m.a. slagið, sum varð funnið í Stórabretlandi, og sum nú hevur spreitt seg til nógv onnur lond. Higartil vísa úrslitini, at koppingarevnið eisini riggar móti hesum.

Phil Dormitzer, ein av leiðandi granskarunum innan koppingarevni hjá Pfizer, sigur, at tey hava gjørt kanningar við 16 ymiskum úrbregðum, og higartil hava tey ikki sæð nakrar týðiligar broytingar.

Hetta merkir tó ikki, at eitt nýtt úrbregði, sum verður funnið seinni, ikki kann hava ávirkan, leggur hann afturat.

Kanningarnar við bretska slagnum av koronavirus eru gjørdar við blóði frá menniskjum, sum hava fingið koppingarevnið.

Úrbregðið N501Y, sum m.a. finst í bretska slagnum av korona, er eisini funnið í Suðurafrika. Hetta úrbregðið verður mett at vera meira smittandi.

Nýggja suðurafrikanska slagið av koronavirus inniheldur eisini eitt annað úrbregði, E484K, og enn er ógreitt, hvørja ávirkan tað hevur á koppingarevnið. Hetta ætlar Pfizer nú at kanna, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder