Innanlands

Pfizer stuðlar Thetis við nýggjari kanning av føroyskum børnum

Tað snýr seg um koppseting av børnum í aldrinum 0 til sjey ár. Medisinalfyritøkan Pfizer hevur játtað 700.000 krónur til føroysku fyritøkuna. Kanningin fer í gong í komandi mánaða, og eftir ætlan taka 1000 børn lut í kanningini

2021-01-06 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Medisinalfyritøkan Pfizer hevur játtað 700.000 krónur til eina nýggja kanning av koppsetanini av føroyskum børnum. Kanningarstovan Thetis stendur fyri kanningini, sum byggir á arbeiðið hjá Maritu Debess Magnussen, phD og øðrum frá 2018.

Granskingarverkætlanin hevur til endamáls at kanna um børn í aldrinum 0 til 7 ár, sum ganga á føroyskum dagstovnum, eru fongd av streptokokkus pneumoniae. Føroysk børn eru koppsett móti streptokokkus pneumoniae í 12 ár, men kanningin hjá Phd kanningini hjá Maritu Debess Magnussen frá 2018 bendir á, at koppsetingin ikki tekur við tí einu serotypuni av teimum 13. Koppsetingin verjir móti lungnabruna, oyrastingum, meningitis og øðrum sjúkum.

Nýggja granskingarverkætlanin skal finna út av um koppsetingin, sum verður latin børnum í 3, 5 og 12 mánaðar aldri er nóg virkin. Serliga verður hugt at um neyðugt er at broyta koppsetingina til fleiri serotypur enn tær 13, sum eru í koppsetingini í dag. Ein serotypa er ein variatión av teimum bakterium, sum hava sjúku við sær.

Í øðrum lagi verður kannað um vit í Føroyum hava færri tilburðir av invasive pneumoniae aftaná koppseting í 12 ár og hvørjar serotypur eru atvoldin til invasive pneumoniae. Invasive merkir tá bakteriur koma í blóðið og onnur støð í kroppinum.

Marita Debess Magnussen verður vegleiðari hjá einum post.doc lesandi, sum verður sett/ur at loysa uppgávuna. Søkt verður eisini um stuðul frá Granskingarráðnum, umframt at Thetis eisini fíggjar ein part av uppgávuni.

Frambrot fyri Thetis
Fyri Thetis hevur avtalan við Pfizer og nýggja granskingarverkætlanin við sær, at Thetis leggur afturat sínum granskingarførleikum. Saman við viðurkendum granskarum í Íslandi, á Landspitalinum í Reykjavík og á Háskola Islands, hevur Thetis eina aktiva gransking í Føroyum og til gagns fyri føroyingar.

Pfizer framleiðir vaksinuna fyri streptokokkus pneumoniae, og fyri Thetis er tað ein álitisváttan at kunna samstarva við framleiðaran um at betra um eina so týðandi vaksinu fyri føroysk børn.

Granskingarverkætlanin fer eftir ætlan í gongd í februar 2021. Kannað verður eisini í 2022 og 2023 - í mars mánaði. Eftir ætlan taka 1000 børn lut í kanningini.

Úrslitið verður tøkt í 2023 móti ársenda.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder