Tað bendir á, at eitt triðja prik av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech verjir ímóti Omikron-frábrigdinum.
Í øllum førum um ein skal trúgva medisinframleiðaranum sjálvum. Tað skrivar NBC News.
Pfizer/BioNTech boðar í dag frá, at sonevndi “boostarin” gevur eina verju fyri nýggja frábrigdinum, sum minnir um verjuna, sum tvey tey frystu prikini góvu ímóti uppruna covid-19 virusinum eftir frábrigdunum, sum eru komin síðani.
Blóðroyndir frá persónum, sum hava fingið tvey prik, vísa, at talið á andevni í miðal fellur 25 ferðir ímóti Omikron-frábrigdinum. Sostatt bendir á, at tvey prik ikki er nóg mikið ímóti nýggja koronufrábrigdinum.
Pfizer/BioNTech ger vart við, at niðurstøðurnar eru grundaðar á fyribils úrslit.
Í Føroyum hava vit bara brúkt koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Higartil eru 6.943 fólk sum hava fingið trý prik í Føroyum. Tað er 13 prosent av fólkatalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald