Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.
Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn á fjórðu hædd í Sjóvinnuhúsinum.
Granskingin hjá Marnari vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi í kanningartíðarskeiðinum. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving, sigur granskarin.
Til verjuna hjá Marnari Fríðheim Kristiansen eru hesir andmælingar:
- Pál Weihe, professari og formaður í dómsnevndini.
- Henrik Møller, professari, Dr.Med., leiðandi epidemiologur á RKKP í Danmark (Regionernes Kliniske Kvalitetsudviklings-program), professari í krabbameinsepidemiologi á Aalborg Universiteti, professari em. á King´s College í London.
- Liesbeth Van Eycken, Dr. , leiðari á krabbameinsskrásetingini í Belgia.
Ritgerðin liggur frammi á Landsbókasavninum, og samandráttur av ritgerðini kann lesast her.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald