Innanlands

PhD-verja um rákið í Sundalagnum

Verjan verður á Københavns Universitet mikumorgunin

2021-12-13 15:58 Author image
Tíðindaskriv

Mikudagin 15 desembur fer Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, at verja PhD-ritgerð. Heitið á ritgerðini er “Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach.

Verjan, sum byrjar mikumorgunin kl. 8 á Københavns Universiteti, verður stroymd, soleiðis at til ber hjá øllum at fylgja beinleiðis við á netinum umvegis hesa leinkjuna, ella við at fara inn á facebooksíðuna hjá Fiskaaling.

Ritgerðin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um eina økishavmodellskipan (Regional Ocean Model System, (ROMS), eisini kallað FarCoast, sum lýsir rákið kring Føroyar og á føroyska landgrunninum.

Eitt úrslit av verkætlanini er, at FarCoast skipanin hevur givið lýsingar av Sundalagnum Norður, sum eru munandi betri enn eldri tilfar hevur megnað at geva. Tí eru úrslitini eisini av serliga stórum áhuga fyri alivirksemi í økinum.

Granskingarráðið, Mowi, Statoil, Bakkafrost og Pf. Fiskaaling fíggjaðu verkætlanina.

Eigil Kaas, professari frá Københavns Universitet, hevur verið vegleiðari hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg. Í metingarnevndini sita Christine Hvidbjerg, professari frá Københavns Universitet, Jarle Berntsen, professari frá Universitetinum í Bergen og Hans Burchard, professari frá Universitetinum í Rostock. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald