Uttanlands

Philip prinsur skal kannast fyri hjartað

Varð í dag fluttur av privatum sjúkrahúsið í London til størri sjúkrahús

Myndafólk troðkast uttan fyri sjúkrahúsið í London (Mynd: EPA)

Myndafólk troðkast uttan fyri sjúkrahúsið í London (Mynd: EPA)

2021-03-01 17:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

99 ára gamli maður Elizabeth drotning í Bretlandi, Philip Prinsur, var í dag fluttur av privata King Edward VII Hospital til St. Bartholomew’s Hospital í London, har hann skal kannast fyri hjartatrupulleikar og viðgerast fyri eina ígerð.

Tað upplýsir Buckingham Palace í einum tíðindaskrivi sambært Reuters.

Prinsurin var 16. februar lagdur inn á King Edward VII Hospital av trygdarávum eftir tilráðing frá kongaliga húslæknanum, tí prinsurin ikki hevði tað so gott.

Tað var beinanvegin afturvíst, at talan skuldi hava nakað við korona at gera. Elisabeth drotning og Philip prinsur hava bæði fingið fyrsta koppsetingarprikið móti korona.

Upprunaliga varð sagt, at prinsurin skuldi liggja á sjúkrahúsinum í einar tveir dagar, ella so. Nú verður so sagt, at okkurt hevur tikið ilt fyri seg, og at gamli prinsurin samstundis skal kannast fyri hjartað. 

Hevur hann lív og heilsu, fyllir Philip prinsur, eisini nevndur Hertogi av Edinburgh, 100 ár 10. juni.

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder