Uttanlands

Philip prinsur útskrivaður

99 ára gamli maður Elisabeth drotning kundi sjálvur ganga út í bíðandi bilin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-03-16 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Philip prinsur í Bretlandi er í dag útskrivaður av sjúkrahúsi eftir at hava verið innlagdur í 28 dagar.

Tað skrivar BBC og vísir myndir av 99 ára gamla prinsinum í bilinum sum koyrir hann frá Iing Edward VII sjúkrahúsinum í London.

Maður Elizabeth drotning varð innlagdur 16. februar tí hann var illa fyri. Hann var raktur av onkrari smittu, men talan var ikki um korona. 4. mars varð boðað frá, at hann hevði undir skurð fyri trupulleikar við hjartanum.

Sambært blaðnum Express kundi Philip prinsur sjálvur ganga út til bilin, sum bíðaði uttan fyri sjúkrahúsið fyri at koyra hann heim á Windsor-borgina.

Bretska kongshúsið hevur nú váttað tíðindini.

- Hertogin av Edinburgh er í dag útskrivaður og vendur heim í Windsor Castle, váttar kongshúsið í eini fráboðan í dag.

Har er eisini ein heilsan til heilsustarvsfólkið, sum tók sær av honum meðan hann var innlagdur.

- Hansara hátign ynskir at takka heilsustarvsfólkunum bæði á King Edward VII’s Hospital og St Bartholomew’s Hospital – og øllum, sum hava sent honum heilsanir um góðan bata, stendur í kongaligu fráboðanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder