Stovnarin og fyrrverandiforkvinnan í Dansk Folkeparti, Pia Kjærsgaard, er ikki longur partur av formansskapinum á fólkatingi. Seinasta valskeið, meðan Lars Løkke Rasmussen var stjórnarleiðari, var Pia Kjærsgaard forkvinna á fólkatingi. Hetta valskeiðið hevur hon verið ein av fýra næstforfólkum.
Á fólkatingi verður formansskapurin valdur á hvørjum ári, og sostatt skal nýggjur formansskapur veljast í dag. Og í hesum sambandi verður ikki pláss til umboðið hjá Dansk Folkeparti, Pia Kjærsgaard.
Orsøkin er, at tað eru teir fýra flokkarnir umframt tann, sum eigur sjálvan formannin, sum fáa næstformenninar á fólkatingi.
Og síðan seinast er Dansk Folkeparti tódnað úr 16 niður í 6 tingumboð, og tí ikki longur millum størstu flokkar á fólkatingi.
Henrik Dam Kristensen úr danska javnaðarflokkinum hevur verið fólkatingsformaður hetta valskeiðið, og verður eisini afturvaldur í dag. Hetta verður fyri seinastu ferð, tí hann hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald