Pia Kjærsgaard, stovnari og fyrrverandi forkvinna í Dansk Folkeparti, gevst í politikki eftir næsta fólkatingsval.
Tað sigur hon við TV2 í dag sambært donskum miðlum.
Hon varð fyrstu ferð val á Fólkating 10. januar 1984 fyri Fremskridtspartiet, men í 1995 stovnaðu hon og tríggir aðrir úr Fremskridtspartiet Dansk Folkeparti, og fram til 2012 var Pia Kjærsgaard forkvinna í flokkinum. Í tíðarskeiðnum 2015 til 2019 var hon eisini forkvinna í Fólkatinginum.
– Mann skal fara, meðan mann er elskað og vird, sigur Pia Kjærsgaard, sum heldur, at tíðin er komin.
77 ára gamla Pia Kjærsgaard hevur sitið á Fólkatingi í 40 ár, og síðan 1. november hevur hon verið tann av núverandi fólkatingslimunum, sum hevur sitið longst.
Næsta fólkatingsval verður í seinasta lagi síðst í oktober 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald