Innanlands

Pinkubarnamatur afturkallaður

Orsøkin er fleiri fráboðanir um, at pinkubørn hava spýð eftir at hava etið greyt av merkinum Woodland Wonders

2024-07-11 21:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri sløg av greyti til pinkubørn verða nú afturkallað.

Tað er fyritøkan Jan Import A/S, sum afturkallar greytin av merkinum Woodland Wonders, sum eisini er seldur í Føroyum.

Orsøkin er, at fleiri brúkarar hava boðað fyritøkuni frá, at pinkubørn hava spýð eftir at hava etið greytin, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um hesi sløgini av greyti: Early Sunrise, Secret Forest, Happy Morning, Sunshine, Berry Nice.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder