Nýggjastu Pisa-royndirnar vísa afturgongd í kunnleikanum hjá skúlanæmingum í øllum Norðurlondum. Úrslitið av nýggjastu Pisa-kanningunum í 81 londum verða almannakunngjørd í dag. Kanningarnar vórðu gjørdar í 2022.
Úrslitið av føroysku Pisa-kanningini verður kunngjørt um middagsleitið.
Nýggjasta Pisa-kanningin í Danmark vísir, at 15 ára gomlu skúlanæmingarnir klára seg verri í lesing og støddfrøði, meðan støðið er stabilt í náttúrufakum, skrivar dr.dk.
Í støddfrøði fáa danskir næmingar 489 stig móti 509 stigum í 2018. Í lesing gongur støðið aftur frá 501 stigum í 2018 til 489 stig nú.
Danmarks Radio skrivar, at tað er afturgongd í øllum norðurlondum.
NRK skrivar, norsku úrslitini vísa afturgongd í øllum trimum fakunum. Her vísa úrslitini eisini, at munurin økist millum teir fakliga sterkastu og veikastu næmingarnar.
Í Føroyum verða úrslitið av Pisa-kanningunum kunngjørd í Kongshøll klokkan 12.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald