Innanlands

PKU-kortini hjá føroyingum flyta til Føroya

Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut til Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið deilir fráboðan vegna Statens Serum Institut, av tí at tey ikki hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við allar borgarar, sum eru fevndir av hesum

Fólkaheilsustýrið deilir fráboðan vegna Statens Serum Institut, av tí at tey ikki hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við allar borgarar, sum eru fevndir av hesum

2024-02-01 15:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut (SSI) í Danmark til Fólkaheilsustýrið í Føroyum.

Hælblóðroyndirnar hjá føroyskum nýføðingum verða tó framhaldandi sendar til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, ið verða fødd í danska ríkinum.

Blóðroyndirnar verða tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verða tær sendar til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Fólkaheilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking.

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningunum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga.

Til ber at lesa meira um kanningarnar her

Um tú ella tíni børn eru fødd í tíðarskeiðnum frá 1986 til í dag, og ein hælblóðroynd er tikin av tær/tykkum, so er blóðroyndin í dag í varðveitslu hjá Statens Serum Institut og verður í næstum latin Fólkaheilsustýrinum í Føroyum. Hetta ger seg sjálvsagt ikki galdandi, um tú hevur biðið um, at blóðroyndin varð burturbeind. Avhendingin av hælblóðroyndunum byrjar í fyrru hálvu av februar 2024 og heldur fram yvir eitt tíðarskeið.

Fólkaheilsustýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder