Innanlands

PKU-kortini komin heim

Harvið økjast sannlíkindini fyri, at tað nú í størri mun verður granskað í serføroyskum viðurskiftum

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2024-02-14 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður lættari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til sonevndu PKU-kortini við blóðroyndum, sum í 40 ár eru tiknar av føroyskum nýføðingum.

Harvið økjast eisini sannlíkindini fyri, at tað nú í størri mun verður granskað í serføroyskum viðurskiftum.

Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni, nú PKU kortini eru komin heim. Tað vóru Margit Stórá, landsstýriskvinna við Heilsumálum, Bjarni á Steig, stjóri á Fólkaheilsustýrinum og Maria Skaalum Petersen, professari og leiðari á Heilsugranskingareindini hjá Sjúkrahúsverkinum, ið bóru kassarnar inn á sjúkrahúsið, tá teir komu í dag.

[object Object]
(Mynd: Heilsumálaráðið)

Næsta stig verður at fara undir at kanna, hvat skal til, fyri at PKU-kanningarnar kunnu fremjast í Føroyum, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at senda PKU-kortini av landinum, skrivar Heilsumálaráðið.

- Tað hevur stóran týdning, at PKU-kortini og annað føroyskt tilfar verður savnað og varðveitt hjá okkum í Føroyum. Tilgongdin at fáa PKU-kortini heim hevur verið drúgv. Heilsumálaráðið og avvarðandi heilsumyndugleikar hava arbeitt við málinum í fleiri ár. Málið hevur havt høga raðfesting hjá mær, og eg eri fegin um, at vit nú fáa PKU-kortini í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Í góð 40 ár hava blóðroyndir verið tiknar av nýføddum børnum í Føroyum, tær sonevndu PKU-blóðroyndirnar ella hælblóðroyndirnar. Hesar blóðroyndir, sum verða goymdar á PKU-kortum, hava higartil verið á goymslu í biobankanum hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyski heilsumyndugleikin eigur og hevur ábyrgd av PKU-kortunum. Tað hevur týdning, at alt føroyskt tilfar og skráir verða savnað í Føroyum og gerast partur av undirstøðukervinum hjá Fólkaheilsustýrinum til føroyska heilsugransking.

Samstarvið við Statens Serum Institut og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum, um at gera kanningarnar og veita heilsufakliga ráðgeving á økinum, heldur fram. Men tá ið kanningarnar eru framdar, verða PKU-kortini í framtíðini send aftur til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er heilsumyndugleikin, ið hevur ábyrgd av at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder