Mentan

Plúmm kemur á G!

Tað legst støðugt afturat við føroyskum nøvnum, sum fara at spæla í Syðrugøtu í summar

2024-04-09 09:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðførisleikarar í Føroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvørjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm.

Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið "Stjørnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag. 

Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar".

Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda øll hugsandi sløg av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp. 

Tað er fammanundan greitt, at umframt Plúmm (FO) spæla Highasakite (NO),  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á  G! 2024. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder